Um handrit.fo

Heimasíðan handrit.fo er skrá yvir tey føroysku handritini, sum eru talgildað í handritasavninum á Landsbókasavninum. Handrit.fo verður rikin av Landsbókasavninum, og heimasíðan var gjørd almenn í mai 2016. Hon varð síðan dagførd í 2023-2024.

Heimasíðan gevur atgongd til eitt breitt úrval av handritum, frá ymiskum tíðarskeiðum og við fjølbroyttum innihaldi. Her eru at finna kvæði, tekningar, ferðafrásagnir, brøv og mangt annað. Møguligt er at reika á síðuni eftir evnisbólkum.

Spurningar og viðmerkingar um verkætlanina ella handritini kunnu sendast til handrit@landsbokasavnid.fo.

Handritasavnið á Landsbókasavninum tekur ímóti og varðveitir nýggj og gomul handrit og privatskjøl. Øll eru vælkomin at lata okkum síni handrit.


Scroll to Top